Ítróttur

Dreingir U14: HB og NSÍ í finaluni

...

2017-08-26 08:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

STEYPAFINALURNAR 2017: Leygardagin klokkan 13 bresta HB og NSÍ saman í finaluni um Cadbury Steypið. Hevur hevur vunnið steypið seinastu fýra árini.

- HB er stórfavorittur til dystin, og teir hava enn einki stig mist í landskappingini. Tá tað er sagt, skal eisini sigast, at vit fara at gera alt fyri at vinna. Skal hetta eydnast, skulu vit spæla upp til okkara allarbesta, sigur Jónstein Petersen, venjari hjá U14-dreingjunum hjá NSÍ.

Leygardagin klokkan 13:00 verður finalan um Cadbury Steypið spæld. Liðini, ið skulu dystast í finaluna, eru HB og NSÍ. Um hugt verður eftir úrslitunum hjá hesum feløgum seinastu árini, so er nokk eingin ivi um, at HB er ein lítil favorittur.

Fimta árið á rað eru teir reyðu og svørtu partur av finaluna, og hesi seinastu árini eru teir eisini farnir av vøllinum sum vinnarar hvørja ferð.

- Hetta verður ein spennandi dystur fyri okkara dreingir. Vit hava havt eitt gott kappingarár higartil, har tvey av okkara liðum liggja í ovaru hálvu í A-bólkinum í landskappingini. Hini bæði luttaka í B- og C-bólkunum.

- Vit hava lagt okkum eftir at hava eitt gott læruumhvørvi til venjing, har vit eisini fáa sett leikararnar í kappingarstøður, í bólki eins og ein móti einum ??? við serligum denti á álopsspæli, sigur Bill McLeod Jacobsen, ið er ein av venjarunum hjá HB-liðnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder