FSF: Næstu dagarnar skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum taka lut í EM-undankapping í Georgia.
Leygardagin 12. oktober fleyg føroyska U17-landsliðið við dreingjum til Keypmannahavnar, og mánadagin var kósin sett í ein landsynning ímóti georgiska høvuðsstaðnum, Tblisi, har føroyska liðið næstu dagarnar skal taka lut í EM-undankapping.
Áðrenn flogið var víðari úr Keypmannahavn til Tblisi umvegis Letland, vandi føroyska liðið í danska høvuðsstaðnum og spældi dyst ímóti U17-liðnum hjá Brøndby.
Hóast tíðarmunurin millum Føroyar og Georgia er tríggjar tímar, so eru allir leikararnir komnir væl frá byrjan. Venjingarnar, ið hava verið á skránni, hava verið við høgari ferð, og ongir skaðar ella snuddir hava gjørt um seg.
Les eisini >>>Janus og Høgni á U17-landsliðið<<<
U17-landsliðsvenjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen, eru væl nøgdir við umstøðurnar og hava góðar vónir til, at okkara dreingir kunnu fremja eins gott avrik sum U21-landsliðið, ið ferðalagið hugdi eftir við stórum spenningi týskvøldi. Tíverri gjørdi tíðarmunurin, at tað ikki var møguligt at hyggja eftir A-landsliðnum ímóti Eysturríki.
Kappingini í Georgia byrjar hósdagin, og umframt vertstjóðina, skal føroyska liðið eisini royna seg ímóti Hollandi og San Marino. Veðrið í Tblisi í Georgia er gott, eini 20 hitastig og turt.
Dystirnir verða leiktir soleiðis (føroyska tíð):
Føroyar ??? Holland, hósdagin kl. 11.00
Føroyar ??? Georgia, leygardagin kl. 13.00
Føroyar ??? San Marino, týsdagin kl. 12.30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald