Ítróttur

Dráttur vann Mjølnirkappingina

...

2017-01-16 07:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mjølnir skipaði fyri kapping fyri eldri deildir leygardagin 14/1. Hóast kava og kulda vóru bert fáa frámeldingar, og kappingin gekk væl og skjótt. Vegna brek í hitaskipanini var Badmintonhøllin ísakøll, men lagið á flogbóltspælararum var sera gott, sum myndirnar eisini vísa. Leiðslan fyri Badmintonhøllina hevur funnið brekið, og tey lova, at skipanin skal rigga til komandi vikuskifti, har 127 lið hava teknað seg til Mjølnirkappingina fyri yngru deildir. Tá sær Mjølnir fram til at síggja nógv fólk í høllini aftur!

??rslitið av kappingini:

MK: Dráttur, MM: Fleyr, 1.dkv: Mjølnir, 1dm: SÍ, 2.dkv: Mjølnir motión

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder