2017-03-05 23:42
(Meistaradeildin kv.) Dráttur vann í dag 3-0 á Mjølnir. Settúrslit: 25-13, 25-18, 25-20:-). Dysturin varð spældur á Giljanesi. Støðan í meistaradeildini er, at Dráttur liggur á odda við 29 stigum, KÍF á øðrum plássi við 25 stigum, Fleyr á triðja plássi við 18 stigum og TB á fjórða plássi við 17 stigum. Trý tey fremstu liðini hava øll spælt 11 dystir, meðan TB hevur spælt 9 dystir. Spældir verða 14 dystir í landskappingini. Tvey tey fremstu liðini hittast í FM-finalu á páskum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald