Ítróttur

Dráttur vann 5-settara á SÍ - myndir

...

2015-03-22 00:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Dráttur hevur leikt seg í finaluna í Eikliguni hjá kvinnum. Dráttur vann í kvøld seinna hálvfinaludystin á SÍ, dysturin varð leiktur í Sørvági - Dráttur vann 3-2 (23-25) (25-21) (26-24) (12-25) og (9-15). Fyrra hálvfinaludystin, sum var leiktur hóskvøldið á Giljanesi vann Dráttur eisini, úrslitið gjørdist tá 3-0 til Drátt.

Hvat mótstøðuliðið hjá Drátti verður í finaluni, verður greitt í morgin - TB og Fleyr leika fyrra hálvfinaludystin á Tvøroyri í kvøld og seinna dystin í Havn í morgin.

Fleiri myndir koma um eina løtu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder