Ítróttur

Dráttur vann 3-1 á TB

...

2015-04-02 02:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 2. finaludysturin millu Drátt og TB varð leiktur í Høllini á Hálsi í kvøld. 

Dráttur vann dystin 3-1 - settini 25-22, 22-25, 25-22 og 25-23. Sum sæst á settunum, so var talan um ein sera javnan dyst, Dráttur vann 1. sett, TB vann 2 sett og so vann Dráttur 3. og 4. sett.

Við tað at TB vann fyrra finaludystin, sum var leiktur á Tvøroyri, so er neyðugt við triða finaludystinum, hann verður leiktur í Høllini á Nabb í morgin kl. 16.

Myndir frá dystinum í kvøld HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder