2015-03-20 01:09
Fyrra hálvfinalan í Eikliguni hjá kvinnum varð leikt á Giljanesi í kvøld, dysturin var millum Drátt og SÍ.
Dráttur vann dystin 3-0 (27-25), (25-18) og (25-21)
Í 1. setti byrjaði SÍ betri, men Dráttur kom væl við aftur og vann eitt sera spennandi sett 27-25.
Í 2. setti vísti Dráttur at tær vildu vinna, tær byrjaðu væl og hildu SÍ-kvinnurnar aftanfyri alt settið, sum endaði 25-18.
Í 3. setti fylgdust liðini væl, men Dráttur vann endaspurtin og vann 25-21.
Seinni hálvfinaludysturin verður leiktur í Sørvági leygardagin.
Nógv fólk høvdu leitað sær í høllina á Giljanesi í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald