Ítróttur

Dráttur og TB spæla fyrsta finaludystin sunnudagin

...

2015-03-28 03:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flogbóltur:  Eftir at TB og Fleyr høvdu vunnið hvør sín hálvfinaludyst, so varð í kvøld 3. hálvfinalan millum Fleyr og TB leikt á Tvøroyri - TB vann dystin í kvøld 3-1, so tær eru í finaluni har tær skulu møta Drátti.

Í finaluni er tað soleiðis, at tann sum vinnur mest av trimum dystum, tað liðið er føroyameistari - Fyrsti dysturin verður á Tvøroyri sunnudagin - annar dysturin verður á Giljanesi og um so er, at tað tá er javnleikur, so skal 3 finaludysturin leikast á Tvøroyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder