Ítróttur

Dráttur - KÍF í kvøld

...

2016-01-14 16:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Oddaliðið Dráttur tekur í kvøld í móti KÍF á Giljanesi kl. 20,00. Dráttur hevur verið á odda meginpartin av kappingini, men liðið megnaði ikki at vinna seg í hálvfinalurnar í steypakappingini, tá tær taptu innleiðandi ímóti KÍF og SÍ.


Harafturímóti stóð KÍF seg væl í steypakappingini, og høvdu tær tað einu løtuna næstan bæði beinini í steypafinaluni, tá tær høvdu dystarbólt móti Fleyr í hálvfinaluni, men dysturin endaði við at Fleyr vann 3-2.

Sunnukvøldið tapti KÍF 3-0 móti Sí í einum sera tøttum dysti við settúrslitunum 25-27, 22-25 og 24-26.

Í løtuni eru tað Dráttur, SÍ, Fleyr og TB, sum stríðast um plássini í FM-finaluni, og um KÍF skal gera sær vónir at røkka hesum finalum, so er kravið í kvøld ein sigur á Drátti.

Støðan hjá kvinnunum er henda áðrenn dystin í kvøld:


StøðanDystirSett
LiðleiktirvunnirtaptirvunnintaptmunurStig
Dráttur9812581722
97223121120
Fleyr7612081217
TB743179814
KÍF9361418-411
ÍF1028728-214
Mjølnir909427-232

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder