2015-02-14 21:40
Dysturin skuldi avgerast við 5-settara.
Tað var Dráttur sum byrjaði betri uppá 5. settið, og tær hildu TB aftanfyri allan dystin, liðini kempaðu bæði heilt óvanliga væl, stuttligt at síggja hvussu nógv tær løgdu fyri, nógvir ungir leikarar á báðum liðum, sum boðar frá góðum bæði hjá TB og Drátt, men uttan iva var Anna Sunadóttir Hansen besti leikari á vøllinum.
Flott og Hjartaliga tillukku Dráttur.
Dagsins leikarar gjørdust: Anna Sunadóttir Hansen frá Drátti og Guðrið Mortensen frá TB.
Mansfinalan byrjar um eina løtu, finalan verður millum SÍ og ÍF.
Stór móttøka verður fyr Drátti í høllini á Giljanesi kl. 19 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald