JN

Dr. Michael Brown kemur til Føroyar

...

2016-01-11 22:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin 23. januar vitjar heimskendi amerikanski kjakarin, gudfrøðingurin, fyrilestrahaldarin og akademikarin Dr. Michael Brown Føroyar. Dr. Brown er ein av teimum størstu forsprákarunum fyri siðbundna hjúnabandinum og hevur skrivað nógvar bøkur um evnið.

KJAKTILTAK Í L??RARASK??LAH??LLINI
Leygardagin, 23. januar kl. 19 skipar Ung fyri Miðflokkin, saman við Rana Andrasson Skaalum og Høgna Johannesen, fyri einum kjaktiltaki, har kjakast verður um uppskotið um broyting av hjúnabandslógini. ??tlandi er at hava eitt pallborð, ið verður mannað av Dr. Michael Brown og tveimum opponentum og fer at snúgva seg um samfelagsligu ávirkanini av einari tílíkari lógarbroyting.
Luttakararnir fáa 4 min. í part at greiða frá sínum sjónarmiðum og síðani byrjar kjakið.

UM DR. BROWN
Tá ið Dr. Brown var 16 ára gamal, var hann heroin- og LSD misnýtari, men kom til trúgv og hevur síðani tá halgað lív sítt til at birta uppundir veking í samkomuni, og moralska og mentanarliga umbroyting í samfelagnum.
Dr. Brown:
Hevur Phd í næreysturlendskum málum og bókmentum, Master í næreysturlendskum málum og bókmentum og Bachelor í hebraiskum máli
Er vertur í landsumfatandi útvarpsrásini Line of Fire
Rektari í Fire School of Ministry
Professari í Bíbilskum og hebraiskum lestri á fleiri leiðandi undirvísingastøðum í guðfrøði
Hevur talað í meiri enn 25 ymiskum londum
Hevur skrivað 27 bøkur umframt eitt ótal av vísindaligum - og vælumtóktum greinum

Dr. Brown er ein royndur kjakari, og hevur man m.a. kjakast við samkyndum aktivistum í útvarpi, sjónvarpi og á universitetum. Hann er alment viðurkendur sum ein av heimsins fremstu messiansku jødisku trúarverjum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder