2018-03-08 16:27
DR Kontant avdúkaði í gjárkvøldið, hvussu donsku elkundarnir eru vorðnir við sviðusoð, eftir at danski elmarknaðurin var liberaliseraður um aldarskiftið. Hækkandi elprísir og einki gjøgnumskygni er veruleikin á danska elmarknaðinum í dag. Harumframt er einki prógv fyri, at liberaliseringin hevur havt við sær meira grøna elorku
DR Kontant avdúkaði í gjárkvøldið, hvussu elprísurin í Danmark hevur verið hækkandi, síðani elorkuøkið var liberaliserað í 2003 - ein hækking á 27 oyrur, úr 2,03 kr. upp í 2,30 kr. fyri kWh, svarandi til ein vøkstur á 13 prosent. Eisini avdúkaði sendingin á DR, hvussu elmarknaðurin í Danmark er broyttur til ein frumskóg av elfeløgum og smartum seljarum, har kundin einki yvirlit hevur, og har einki álitisvekjandi gjøgnumskygni er, sum kann geva elkundanum eina trygga kenslu.
Í sendingini kom eisini fram, at einki prógv tykist vera fyri, at økta grøna elorkan í Danmark stavar frá liberaliseringini, men hinvegin heldur frá almennum stuðli. DR Kontant vísti eisini upptøkur frá 1999, tá ið bæði danski Javnaðarflokkurin og Vinstra hálovaðu liberaliseringini, sum skuldi hava við sær eina betri skipan fyri kundarnar við lægri prísum, men har danskarar 20 ár seinni standa eftir við tí øvuta úrslitinum.
DR Kontant hevur fylgt gongdin á danska elmarknaðinum seinastu árini, og brot úr sendingum frá 2013, 2014 og 2016 vístu eina skeiva gongd fyri danska elkundan.
Uppskotið hjá Magna Laksafoss og Sambandsflokkinum at liberalisera elmarknaðin er ein roynd at fáa Føroyar at stevna ímóti sama ruðuleika, sum danskarar uppliva á sínum elmarknaði. Ein roynd at liða okkara samhaldsføstu elskipan sundur, sum í dag er partur av okkara almenna undirstøðukervi, og har prísurin er tann sami fyri øll - bæði vinnulívi og borgarum at gagni.
Eg endurtaki, at føroyska elorkuøkið eigur at viðgerast við størsta umhugsni. Um onkur hevur at fáa íblástur frá sendingini á DR í gjárkvøldið, so ber til at fara inn á https://www.dr.dk/nyheder/penge/kontant/det-er-blevet-dyrere-vaere-el-kunde
Vinaliga
Bogi Andreasen,
býráðslimur í Tórshavnar kommunu
og fyrrverandi næstformaður í SEV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald