Til Løgting okkara:
Vónloysi er at hóma hjá nógvum í fiskivinnuni, nú teirra arbeiðspláss er fyri hóttarfallið. Tað er ikki tí, at arbeiðsplássini ikki bera seg. Tað snýr seg meira um, at fáa eina uppboðssølu, saman við fleiri øðrum tillagingum, ið als ikki er nakar vinningur fyri føroysku tjóðina.
Tað kann tykjast løgið, at nú skulu arbeiðsplássini hjá einum parti av verkamannafjøldini seljast. Tað vil siga, at nú eru vit farin at selja mannalagnur á uppboðssølu. Hetta má vera tað mest óetiska vit hava sæð í Føroyum í 100 ár. vit eru um at fáa kalifati, har fólk úr ávísum stættum og bólkum vera seld á uppboði. Hvat hava hesi fólk gjørt? Hví skulu tey revsast og haldast niðri?
Hetta eigur ikki at koma fyri. Heldur skulu hesi fólk at fáa somu sømdir sum onnur í føroyska samfelagnum, við at betra um teirra arbeiðsviðurskifti, eitt nú við eini lóg um starvsfólk. Men í staðin fyri at betra um teirra viðurskifti, so verður teppið hála undan teimum.
Eg fari tí at heita á tykkum fólkavaldu, um at virða allar fólkabólkar í landinum, og ikki sum nú ætla, at taka teirra dagliga breyð frá teimum, við teirri nýggju vanlukkuligu ætlan, ið nú er í umbúnað.
Jan Højgaard
Føroya Fiskimannafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald