Ítróttur

Dopingroyndirnar vóru negativar

...

2017-08-16 13:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í apríl mánaða í ár vórðu 24 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum. ??rsliti av royndunum eru nú komin og vóru allar royndirnar negativar. Tað vil siga, at ongin varð tikin fyri at hava nýtt ólóglig stimbrandi evnir.

ÍSF fer í næstum, í samstarvi við Antidoping Danmark, at útbugva føroysk dopingeftirlitsfólk. Áður hava donsk dopingeftirlitsfólk staðið fyri kanningunum, men í framtíðini verða føroysk dopingeftirlitsfólk, sum koma at standa fyri hesum. Hetta fer at gera arbeiðið alsamt meira støðugt og er hetta at fegnast um.

ÍSF hevur annars verið á fundi við Rigmor Dam, landstýriskvinnu í mentamálum og Sirið Stenberg , landstýriskvinnu í heilsumálum um dopingarbeiðið nú og í framtíðini. Partarnir eru samdir um, at tað er alneyðugt við upplýsandi arbeiði innan doping, og at meira tíð og orka skal setast av til hetta, herundir at fáa dopingarbeiði í tryggar fíggjarligar karmar. Partarnir hava avgjørt at hittast aftur seinni í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder