Oljan.fo skrivar:
Tað gongur tann vegin, har oljufeløg skjótt aftur fara at seta á føroysku undirgrundina. Eitt av feløgunum er danska DONG, hvørs leitistjóri ikki dylur fyri, at hann hevur eina góða kenslu, nú knapt eitt ár undan boringini. Oljan.fo hevur vitjað á høvuðsborgini hjá Dong uttan fyri Keypmannahavn.
Seta fleiri fólk til leiting
Hóast stóra danska orkusamtakið, DONG Energy, hesa seinastu tíðina hevur havt ymsar trupulleikar ella avbjóðingar at dragast við, ið eitt nú hava ført til sparingar og harvið uppsagnir, er einki, sum bendir á, at henda gongdin fer at hava nakrar avleiðingar fyri oljuleitingina hjá felagnum við Føroyar.
Tað er beint tvørturímóti, tí á leiti- og framleiðsludeildini hjá DONG gongur tað júst hinvegin, har tey seta nýggj fólk til nýggjar og spennandi uppgávur. Og so er eisini við oljuleitingini á Atlantsmótinum, har tey styrkja um arbeiðsmegina.
Tað er stutt síðani, at DONG fekk tillutað tvey nýggj leitiloyvi á føroyska landgrunninum, og longu nú er ferð komið á arbeiðið at gera kanningar á loyvunum.
Stásiligt arbeiðspláss
Nú um dagarnar vitjaði oljan.fo á høvuðsborgini hjá DONG í Nesa Allé 1 í Gentofte uttan fyri Keypmannahavn. Fyritøkan, sum hevur hildið til í Hørsholm í mong ár, flutti til nýggja og stáslliga heimstaðin fyri trimum mánaðum síðani. Her húsast tey umleið 2500 fólkini og av teimum eisini tey 70, ið eru knýtt at olju- og gassleiting og framleiðslu í trimum av teimum mongu bygningunum har.
Ma.higani verður leitingin við Føroyar stýrd. Maðurin, sum stendur á odda fyri leitivirkseminum, er Jan Terje Edvardsen, sum ber heitið ???Senior Vicepresident ??? Head of Exploration???.
Fokusøki
Vit hittu tann fryntliga og fyrikomandi norðmannin í nýggju arbeiðshølunum í Gentofte. Jan Terje hevur verið partur av Føroyaleitingini mestsum øll hesi árini DONG hevur verið í Føroyum, tvs. í umleið 15 ár. Sjálvur er hann sera fegin um ta strategi, sum felagið hevur lagt, nevniliga at fokusera uppá nøkur fá og avmarkað øki í Norðureuropa.
Fokusøkini eru tann sokallaði miðparturin av Norðsjónum, har Dong hevur framleiðslu í bæði donskum og norskum øki, tað er Atlantsmótið, sum Føroyar eru partur av, og har Dong hevur í umbúnað bæði olju- og gassframleiðslu og loksins er tað Barentshavið.
Umframt hesi økini eigur Dong eisini ein munandi part av stóru framleiðandi Ormen Lange kelduni í Miðnoregi.
Heldur enn at fokusera uppá lond, so leggur Dong seg eftir at arbeiða við sokallaðum basengum, lagdum, ið kunnu fevna um fleiri lond, eitt nú Atlantsmótið, ið bæði fevnir um økið vestan fyri Hetland og økið eystan fyri Føroyar.
Positivir um Føroyaøkið
???Vit dylja ikki, at vit eru sera positivir, tá tað um Føroyaøkið ræður. Tí hava vit eisini verið við frá byrjan og ætla at vera her soleingi vit meta møguleikarnar fyri at gera fund eru til steðar.???
Jan Terje vísir á, at teir vóru við til at bora Marjun-brunnin í 2001, Brugduna 1 í 2006 og nú Súlan/Stelkur í 2014. Harumframt hevur felagið fingið tvey nýggj loyvi aftrat, sum tey eru sera fegin og spent um.
Tá vit spyrja hann, hvussu vónirnar eru til at gera eitt fund næsta ár, er hann jaligur men fáorðaður:
???Eg havi eina góða kenslu???.
Tað er eingin ivi um, at hesin royndi jarðfrøðingurin, veit, hvat hann tosar um. Her ikki minst tá man hevur í huganum kunnleika hansara til jarðfrøðina í undirgrundini fáar kilometrar frá boristaðnum á føroyska landgrunninum. Har hevur Dong verið við til at gera eitt risastórt oljufund, Rosebank, saman við Chevron, Statoil og OMV.
Tað er tí ikki torført at ímynda sær, at tann góða kenslan hjá Dong-stjóranum m.a. byggir á kunnleikan til jarðfrøðina í økinum. Og vitandi hvussu stutt tað er millum stóra oljufundið bretsku megin markið og Súlan/Stelkur brunnin hesumegin, sum Dong verður við til at bora næsta ár saman við Statoil og OMV, so er tað kanska ikki so løgið, at kenslan er góð ella sagt við øðrum orðum ??? at vónirnar til at finna olju og gass eru góðar.
Tað er tí eisini við eini góðari kenslu, at oljan.fo takkar fyri blíðskapin og heldur leiðina frá DONG borgini heimaftur til Føroya.
Og heimafturkomin er stórt ferðalag frá DONG á vitjan hjá Jarðfeingi. Henda vitjan hevur samband við nýggju loyvini og eru tað einamest jarðfrøðingar, sum eru við.
2014 verður eitt avgerandi ár fyri Dong og føroyska oljuleiting. Tá fara vit at frætta meira um, hvussu gongur við teirra kanningum á nýggju leitimiðjunum í ein landssyning úr Føroyum ??? ella betri kend sum Gullhornið, har eitt nú Marjun-brunnurin varð boraður á sinni ??? og vit fara vónandi eisini at frætta úrslitið av Súlan/Stelkur boringini.
Dong er so eisini við í tí norðasta loyvinum í Føroyum, sum sigst at goyma ein struktur, ið er størri enn allar Føroyar. Enn er avgerð ikki tikin um at bora har. Dong er eisini tað oljufelagið, sum hevur flestu leitiloyvi vestan fyri Hetland. Rætt er eisini at nevna, at Dong er eisini við í oljuleitingini í Grønlandi.
Myndir:
Jan Terji Edvardsen á høvuðsborgini hjá DONG í Gentofte, har hann vísir okkum nýggju loyvini í Føroyum, sum felagið nú hevur sett alla orku inn á at kanna.
Bygningarnir í Gentofte har Dong heldur til.
Myndatøka: Jan Müller/oljan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald