Mentan

Dómur móti Sea Shepherd-limum fellur mikudagin

...

2015-08-29 03:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KVF.fo skrivar: Á rættarfundinum hevði ákæruvaldið innkallað vitni, - eitt nú menninar, sum framdu sivila handtøku, tá grind varð hildin til í Sandavági 12. august.

Róligir føroyingar

??ll hava vit rætt til at fremja sivila handtøku, tá tað er neyðugt, um so er, at lógin ikki verður hildin, men Hildur Hentze, sum er dagligur leiðari á kriminaldeildini, mælir tó til, at tað er løgreglan sum ger handtøkurnar.

Hildur Hentze fegnast samstundis um, at føroyingar eru so róligir og ikki leypa framav, tá Sea Shepherd-fólk gera um seg

Dómur verður sagdur mikudagin í næstu viku, og fram til tá, skulu hesi fimm fólkini, sum eru ákærd í málinum, møta á politistøðini hvønn dag kl. 12.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder