2016-02-08 23:51
Nú eru dómarnir ásettir til steypafinalurnar, tað váttar Karstin Joensen fyri JN.fo.
Ársins dómarapar skal døma steypafinaluna hjá monnum, talan er um Gert Hansen og Arnar Dam. Neistin og H71 eru í finaluni.
Thomas Juul Thomsen og Eyðun Samuelsen skulu døma steypafinaluna hjá kvinnum. VÍF og Neistin eru í tí finaluni.
Í fjør dømdu Eyðun og Thomas Juul steypafinaluna hjá monnum, meðan Gert og Arnar dømdu steypafinaluna hjá kvinnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald