Við dokkhøllini vónar MEST at fáa fleiri kundar eins og útlendsk skip hendanvegin. Høllin verður góðar 40 metrar til hæddar og 129 metrar til longdar. Arbeiðsumstøðurnar gerast munandi betri enn í dag og verður tí lættari at draga at sær starvsfólk innan ymiskar fakbólkar.
Á borgarafundinum
kunnaði Mouritz Mohr, stjóri á MEST um ætlanina. Hann nevndi millum annað, at
arbeitt verður í 3 stigum fyri at gera dokkina á Skála meiri kappingarføra.
Hesi trý stig fevna í fyrsta lagi um ein azimutbrunn fyri at veita tænastu til tey
skip, sum hava azimut. Hesin azimut brunnur er gjørdur. Í øðrum lagi um at
lækka gáttina frá sjónum og inn í dokkina og í triðja lagi at smíða eina høll
omanyvir turrdokkina.
???Við hesum kunnu vit
í Føroyum nøkta tørvin at reka eina nýtímans innilokaða turrdokk til gagns fyri
sjóvinnu og starvsfólk???, segði Mouritz Mohr.
Stutt fyri jól í
2015 søkti MEST um byggiloyvi til at smíða eina dokkhøll omanyvir turrdokkina á
Skála. Í viðgerðini av málinum kom fram at hæddin á bygninginum hevur við sær
at byggisamtyktin skal broytast um Runavíkar Kommuna kann geva loyvi til
byggingina.
Ávirkan á nærumhvørvið
Á fundinum varð eisini komið
inn á ávirkanina á nærumhvørvið. Bygningurin er høgur og skarar framúr í
landslagnum við síni góðari 40 metra hædd. Hinvegin hevur MEST lagt seg eftir
at fáa arkitektar og byggifrøðingar til at ráðgeva. Hetta fyri at bygningurin
kann taka seg væl út í landslagnum og ikki ???fylla??? ov nógv. Tá ið talan er um
lit og skap ??? so eru atlit tikin til, at bygningurin kann fella so væl inn í
landslagið sum møguligt. Eitt nú eru litirnir valdir at verða koks-gráðir yvir
í mat svart.
Nýggi bygningurin
hevur eyðsæð nógvar ja-ligar avleiðingar. Fólk í grannalagnum fara at fáa minni
málingadálking, sum er nakað ið fólk er vorðin nærum von við. Somuleiðis fer
nýggi bygningurin, sambært MEST, at hava við sær nýggj arbeiðspláss innan
ymiskar vinnugreinar.
Næsta dagføring
Hetta at meiri javnt
arbeiði verður tryggja framyvir, hevur við sær betri lønsemi hjá MEST á Skála.
???Tessvegna verður møguligt at gera íløgur í at dagføra alt økið ??? eisini
verandi byggihøll. ??tlanin er at MEST á Skála skal verða sýnisgluggin fyri
føroyskum og altjóða kundum, sum vitja í Føroyum???, endar Mouritz Mohr við.
Høllin í stuttum:
Hædd: 40,7 metrar
Breidd: 34 metrar
í erva og 47 metrar har breiðast er í neðra
Longd: 129 metrar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald