Hóast sín unga aldur, hevur Døgg Nónsgjógv longu vunnið eina heiðursløn á Faroese Music Awards, tá hennara lag ???Tú tók mína hond??? í fjør varð ársins hitt. Hetta er bert eitt av fleiri løgum, ið Døgg í samstarvi við Hans Jacob Kollslíð hevur givið út. Hesi løgini hava sítt egna ljóð, og tað er follið føroyskum útvarpslurtarum sera væl í oyra.
Døgg kemur á Voxbotn við sínum bólki av dugnaligum og royndum tónleikarum, ið duga at geva hennara løgum rætta flogið.
Voxbotn 2015 verður í Vágsbotni leygardagin 27. juni. Umframt Døgg, eru poppkometirnar John Martin og Michel Zitron, kendir frá Swedish House Mafia, Samantha Fox, X-Factor stjørnan Jógvan, tungmálmslegendan Udo, elektropopduoin Byrta, fólkarokkarin Marius Ziska, rappararnir Swangah, Ester Kristianssen, Eyðun & Terji, Marni Kruse, trubadururin Stanley og divairnar í Flammu avdúkaði, umframt Gluntan og Sunrise, ið spæla til Bryggjudansin. Onnur nøvn koma eisini á skránna komandi tíðina.
Forsølan til Voxbotn hevur gingið gott og nú byrjar at ganga undan av atgongumerkjum, har fleiri av sølustøðunum hava útselt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald