
DNO hevur í morgun boðað frá, at teir nú hava fingið fatur á 76,49% av partabrøvunum í Faroe Petroleum.
DNO hevur eisini sagt, at um teir koma upp á ein ognarlut yvir 75%, so er ætlanin at taka Faroe Petroleum av keypsskálanum í London. Um so verður, kann tað gerast meira trupult at sleppa av við partabrøvini, um tú ikki velur at selja nú.
Leiðslan í Faroe Petroleum mælir tí øllum at taka av tilboðnum frá DNO, og selja partabrøv síni til kurs 1,60 GBP. Samstundis viðurkennir leiðslan yvirtøkuna, og hevur sjálv játtað at selja øll síni partabrøv til DNO.
Um tú hevur Faroe Petroleum partabrøv liggjandi í goymslu hjá Betri Banka, verður tú biðin um seta teg í samband við okkum skjótast gjørligt, antin við at ringja tlf. 34 80 00 ella senda teldupost til:[email protected]
Hevur tú fyrr boðað Betri Banka frá, at tú ynskir at selja tíni partabrøv til DNO, so nýtist tær onki at gera.
Vinarliga
Betri Banki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald