2016-05-31 12:34
FSF Varpið: Venjarin og spælararnir á U21-landsliðnum hava góðar vónir undan dystinum ímóti Finnlandi, sum verður á Tórsvølli hósdagin 2. juni, klokkan 18:00.
Mánadagin byrjaðu fyrireikingarnar hjá føroyska U21-landsliðnum til komandi EM-undankappingardyst, sum verður á Tórsvølli hósdagin 2. juni klokkan 18:00. Mótstøðuliðið verður Finnland.
FSF Varpið var til fyrstu venjingina, og har varð prátað við Bill Mc.Leod Jakobsen, venjara, og spælararnar, Andrias Høgnason Eriksen og Jákup Ludvig Thomsen. Og teir hava allir góðar vónir til dystin ímóti finnum.
U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Finnland verður á Tórsvølli hósdagin 2. juni klokkan 18:00. ??keypis atgongd er til dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald