Hav.fo skrivar:
Nýggj verkætlan er farin av bakkastokki á Havstovuni. Verkætlanin kallast ???Leiklutur hjá djóraæti í atferð hjá makreli og tilgongd av toski á Landgrunninum??? og er endamálið við verkætlanini at kanna vakstrar- og búningarmynstrið hjá djóraæti í havinum rundan um Føroyar og hvussu hetta kann setast í samband við tveir týdningarmiklar fiskastovnar, nevniliga tosk og makrel.
Síðan 2006 eru stórar broytingar farnar fram í vistskipanini á og kring føroyska landgrunnin. Samtíðis sum makrelur hevur broytt útbreiðslumynstur og ferðast nú heilt yvir móti Grønlandi, er toskastovnurin á Landgrunninum minkaður sera nógv. Broytingar eru eisini sæddar í slagsamanseting av djóraæti á Landgrunninum. ??rslitini frá verkætlanini skulu vísa um sløg og nøgd av djóraæti ávirka atferðina hjá makreli og tilgongdina av toski.
Verkætlanin er fíggjað av Fiskivinnugransking, og fyrsta prøvatøkan á sokallaða K-skurðinum, ið gongur úr Hest í ein útsynning út á Skeivabanka (sí mynd niðanfyri), var í februar. Higartil í ár er K-skurðurin kannaður tríggjar ferðir, men túrur 1714 hjá Magnus Heinason, hevði hesar kanningar sum sítt endamál og tá var, afturat K-skurðinum, tiknir skurðar vestan og norðan fyri Føroyar. K-skurðurin verður eftir ætlan kannaður eina ferð um mánaðin til vakstrarárið endar í august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald