Dizzy Mizz Lizzy á G!
Ein av størstu rokkbólkunum í Danmark gjøgnum tíðirnar Dizzy Mizz Lizzy er aktuellur aftur við nýggjum tónleiki og eini konsertferð, ið eisini førir bólkin til Føroyar, tá teir spæla á G! Festivalinum.
Tìðindskriv
Tað verður ein veitsla fyri áskoðaran, lovaði bókingarfelagið hjá Dizzy Mizz Lizzy, tá tað bleiv kunngjørt, at bólkurin fór á konsertferð í vár.
Tað var neyvan bert hetta lyftið, ið gjørdi, at atgongumerkini vórðu skrikt vekk, og konsertferðin varð fullkomiliga útseld. Hetta er nokk meira ein staðfesting av, at Dizzy Mizz Lizzy er eitt tað størsta rokknavnið í donskum tónleiki nakrantíð.
Fyrsta sjálvnevnda fløgan, ið bólkurin gav út í 1994, er tann rokkútgávan, ið hevur selt flest eintøk yvirhøvir í Danmark, og teir tríggir barndómsvinirnir, ið manna bólkin, høvdu gjøgnum 90???ini hópin av hittum bæði í heimlandinum og uttanlands. Løg sum Silverflame, Love Is a Loser's Game, Waterline, Rotator og 1.07 PM. kunnu enn í dag fá lív í eina rokkhungrandi fjøld.
Tá Tim Christensen fór at leggja dent á sína sera væleydnaðu soloyrkisleið í 1998, steðgaði samstarvið við hinar báðar. Í nøkrum umførum hava konsertir verið á skránni aftur, seinast í 2010, tá fleiri enn 50 útseldar konsertir vórðu spældar.
Hóast nakrar konsertfløgur og DVD???ir eru komnar út síðan seinastu útgávuna Rotator í 1996, so var tað ikki fyrr enn í januar í ár, at bólkurin aftur var aktuellur við nýskrivaðum tilfarið. Bæði tey fyrstu stakløgini I Would If I Could But I Can???t og Made to Believe hava víst, at hetta ikki er nakar útbrendur rokkbólkur, ið bert livur uppá nostalgi ??? og móttøkan hevur verið sera góð.
???Tað var ein fantastisk uppliving í 2010, men vit gjørdust eisini mettir. Tað lá longu tá í kortunum, at tað kundi verið stuttligt, aftur at fari á konsertferð onkuntíð. Men vit vóru eisini samdir um, at um so varð, so skuldu vit eisini hava nakrar heilt nýggjar sangir á spæliskránni, sigur Tim Christensen í tíðindaskrivi.
Í løtuni er Dizzy Mizz Lizzy á konsertferð kring Danmark og ummælini hava verið ótrúliga góð, bólkurin fekk 6 av 6 stjørnum frá Gaffa í ummælinum av fyrstu konsertini og ummælarin segði, at ???Dizzy Mizz Lizzaði leveraðu einki minni enn eina hápotenta kraftpresentatión av eini rokkkonsert, sum prógvaði, at Tim, Martin og Søren aftur eru í ørandi toppformi???.
Eisini ummælarin hjá BT gav ból
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald