JN

Deyður maður funnin í haganum

...

2017-08-23 06:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár eftirlýsti løgreglan ein breta, sum helst er komin til Føroyar tann 6. august og skuldi flúgva avstað aftur tann 17. august. Men hann kom ikki til arbeiðis tá ið hann átti, og so vendi arbeiðsgevarin hjá honum sær til føroysku løgregluna.

Í gjárskvøldið kom ein fráboðan úr Gjógv, at ein maður hevði sæð okkurt blátt liggja í haganum undir Middagsfjalli, meðan hann koyrdi um Gjáarskarð. Maðurin gekk niðjan til staðið, og tað vísti seg at vera ein ryggsekkur, og úr innihaldinum kundi staðfestast, at talan var um ryggsekka hjá eftirlýsta Phil Wallam, skrivar portal.fo í morgun.

Les meira á portal.fo her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder