
Var í dag vitni til hvussu vandamikil vegurin ígjøgnum Miðvág veruliga er.
Stóð og bíðaði aftanfyri Skúlabussin meðan børnini fóru av. Ein smádrongur hevði eitt sindur av skundi og ætlaði sær yvirum vegin ímillum skúlabussin og mín bil. Eg mátti standa einar 10 metrar frá bussinum.
Í tí hann fer yvirum síggi eg at ein reyður trailari kemur við rúkandi ferð hinumegin. Sjálvur sá eg ikki trailaran fyrr enn hann kom undan bussinum, sum enn stóð við vegjaðaran. Dótturin og eg, sum sótu í bilinum róptu bæði sum "svøk" tá vit sóu situatiónina. Allarhelst hevur smádrongurin sæð ella hoyrt hvussu vit róptu, tí hann skundaði sær innaftur á gongubreytina røttu megin.
Vit vóru bert millimetrar frá einari ræðuligari vanlukku, tað skrivar Sjúrður Guðjónsson á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald