Í gjár misti íslendska farmaskipið Dettifoss 20 bingjur fyri borð norðan fyri Føroyar.
Sjóbjargingarstøðin, MRCC, ávarar skip og bátar á leiðini um mistu bingjurnar, tað skrivar kvf.fo í morgun.
Tað var tá Dettifoss var á veg úr Føroyum til Íslands, at bingjurnar fóru í havið. Vakthavandi á MRCC-støðini sigur við kvf.fo, at veðrið var ringt á leiðini - aldan varð mál til meira enn 8 metrar vestanfyri í gjár.
Tað er av og á, at farmaskip missa bingjur í havið í illveðrið, men tað er sjáldsamt at so nógvar bingjur fara havið, sigur vakthavandi á MRCC-støðini. Tann 15. desembur skrivaði JN.fo um at bæði Godafoss og Dettifoss høvdu mist bingjur, tá vóru tað 7 bingjur tilsamans.
Bingjurnar vóru fult lastaðar. Tað er ikki greitt, um bingjurnar eru farnar til botns. Tað veldst um, hvussu tær eru lastaðar, sigur vakthavandi á MRCC.
Dettifoss misti bingjurnar á knattstøðuni 63.01.4 norður og 009.52,5 vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald