Mentan

Dettið ikki í felluna

...

2015-08-25 18:54 Author image
placeholder

Fyri umleið tveimum tímum síðani, skrivaði ein limur úr Svøríki inná Facebook bólkin ???Sea Shepherd í Føroyum 2014??? at hann, ígjøgnum langa tíð hevur fylgt við inni á einum Sea Shepherd-forum, og er komin til tað fatan, at Sea Shepherd vil hava bátin Bob Barker lagdan hald á við vilja.

Hann sigur í innlegginum: ???Eg havi funnið útav, at MV Bob Barker er blivin tømdur fyri ALLAR virðislutir í Bremen. Hetta tí, tey vilja hava at skipið verður lagt hald á, soleiðis tey kunnu fáa miðlaheimin á kók, og tey vilja allarhelst ikki hava skipið aftur.???

"Tað [les: Bob Barker] er eitt gamalt og rusta skip, ið skjótt verður høgt upp allíkavæl, so tey hava ætlanir um at gera eina seinastu herferð bert fyri at fáa møguleikan at devulsetta Føroyar í miðlunum."

Sum stendur omanfyri, so týður alt á, at Sea Shepherd vilja gera okkurt ólógligt, soleiðis at skipið verður tikið og teir sleppa undan at flyta tað aftur til Evropa sjálvir.

Hann endar við at siga, "Hetta er FYRIREIKA OG PLANLAGT, ikki dettið í felluna!"

Kelda: Rss.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder