Tann 07/07-15 fara vit til fiskiskap í barentshavinum. Eftir hettar verður val úskriva heima í Føroyum, og tá vit komu heim aftur 14/10-15 er nýggj samgonga skipa. Av tí at vit høvdu loyst áðrenn vali varð útskriva, so høvdu vit ikki møguleikan at velja við brævatkvøðu heldur. Tað kann ikki sigast at vali bleiv serliga eftirfarandi, tí her lógu somikið sum 114 óvirknar atkvøður í barentshavinum tilsamans. Skipini herbeint, sendu eitt felags skriv út um hesa støðuna, men eg haldi ikki at nakar á landi so frægt sum tímdi at lesa tað, so tað er einki broytt á hesum økinum enn.
Nú skal eg bara tosa fyri meg sjálvan um hvussu tað eftirfylgjandi merkist hjá mær:
Eftir vali fáði eg nógv góð ráð um at spara væl upp til 2018. Sjálvur ímyndaði eg mær ikki at tað mundi fara at ganga so gali, men at spara upp er altíð ein gongd leið, so tað havi eg hildi meg til.
Men nú er so komi eitt uppskot sum við vissu kemur at sløkkja motoranar á skipinum sum eg sigli við. Vit tosa ikki um eina vanliga afturgongd, men um slett onga gongd.
Fyrst ikki at sleppa at velja, fyri síðan at missa møguleikan at fiska, er líti hugaligt hjá einum manni sum skal forsyrgja unnustu og trimum børnum.
Ein loysn er nýval, har tað ber til at atkvøða via mínboks!
Daniel Nielsen
Maskinmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald