2015-02-06 23:57
Hagstovan skrivar:
Í fýra greinum verður gjørd ein lýsing av demografisku menningini í Føroyum. Greinarøðin, sum varð gjørd fyri nøkrum árum síðani, er nú dagførd fram til 2014. Haraftrat eru greinarnar nú savnaðar í eina ritgerð, ið kann takast niður sum pdf-fíla og prentast. Eisini er eitt rokniark við gongdini í fólkatalinum frá fyrstu óvissu metingum fram til í dag.
Umframt at lýsa demografisku menningina út frá teim samfelagsligu fyritreytunum, verður eisini víst á serstøku gongdina í Føroyum, har hon skilir seg frá demografisku gongdini í grannalondum.
Greinarnar eru:
- Samandráttur. Demografiska menningin í Føroyum, úr miðaldar stillstøðu til 200 ára fólkavøkstur.
- Søguliga gongdin í fólkatalinum frá miðøld til nútíð.
- Demografiska umbroytingin ella transitiónin í Føroyum, frá síðst í 18. øld inn í 21. øld.
- Um lívsgrundarlagið í gamlari tíð ??? livikor av týdningi fyri demografisku umbroytingina í Føroyum.
- Heilsuviðurskifti fyrr í tíðini ??? av týdningi fyri demografisku umbroytingina í Føroyum.
Tær kunnu lesast hvør sær ella savnaðar í pdf-ritgerðini á temasíðunum undir bjálkanum Talt & Hagreitt á http://www.hagstova.fo/fo/talt-og-hagreitt/ibugvar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald