Portal.fo skrivar:
Demmus Hentze, fyrrverandi advokatur, løgtings- og landsstýrismaður, andaðist í dag, 92 ára gamal.
Demmus Hentze var heimasandsmaður, føddur 4. desember í 1923. Hann tók løgfrøðiligt prógv frá Keypmannahavnar universiteti í 1952, gjørdist advokatfulltrúi í 1953 og landsrættarsakførari í 1958.
Hann sat í tveimum umførum á Føroya Løgtingi, valdur fyri Fólkaflokkin í Sandoyar valdømi. Fyrst frá 1966 til 1974 og aftur frá 1978 til 1980. Frá 11. januar 1975 til 5. januar 1981 var hann landsstýrismaður við fíggjarmálum í samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin við Atla Dam sum løgmanni.
Demmus Hentze hevði fleiri onnur álitisstørv, var millum annað eitt skifti formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum.
Demmus var giftur Helenu, sum andaðist í 2013.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald