Politikkur

Demensøkið ongan rúmd í ??lavsøkurøðuni

...

2016-08-05 10:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sambært hagfrøðingum fara vit at síggja stórar broytingar í fólkasamansetingini í Føroyum komandi árini. Demografiskar framskrivingar vísa, at býtið millum fólk í arbeiðsførum aldri og talið av fólkapenjónistum fer at skeikla munandi. Meðan tað í dag eru 4 fólk í arbeiðsførum aldri í mun til hvønn pensjónist, verða tað í 2040, 2 fólk í arbeiðsførum aldri í mun til hvønn penjónist.

Hetta merkir samstundis, at talið av fólkum við kroniskum sjúkum væntandi eisini fer at økja komandi árini. Vit hava tíverri ongi nøktandi hagtøl, hvat viðvíkur fólkum við demenssjúkum í Føroyum, men samanbera vit okkum við grannalondini, so verður leysliga mett, at eini 800 føroyingar liva við demenssjúku í Føroyum í dag. Mett verður, at hetta talið fer at tvífalda upp í 1600 í 2040. Hetta er ein stór avbjóðing, ið vit sum samfelag eiga at taka í størsta álvara.

Tá sjúkan demens rakar, er tað ikki bert tann einstaki borgarin, ið verður raktur av sjúkuni. ??ll familjan, hjúnarfelagi, børn og onnur í nærumhvørvinum verða eisini ávirkaði av, at ein teirra gerst sjúkur/sjúk. Tí er tað umráðandi, at hond verður tikin um bæði tann einstaka og alla familjuna, ið verður rakt av demenssjúku.

???Demensvinarligt samfelag ??? Gloymsk, men ikki gloymd???

Í 2012, fingu landsstýrisfólkini í ávikavist í heilsumálum, Karsten Hansen og undirritaða, ið var landsstýriskvinna í almannamálum, álit handað, ið hevði heitið ???Gloymsk, men ikki gloymd???. ??rslitið av hesum áliti varð, at vit bæði landsstyrisfólkini tóku stig til, at ein samskipað demensætlan skuldi gerast fyri Føroyar. Ein arbeiðsbólkur varð settur og á stórari ráðstevnu í í 2015 fingu hesi somu landsstýrisfólk endaliga úrslitið handað, eina demensætlan um, hvussu vit kunnu gera Føroyar til eitt demensvinarligt samfelag. Heitið á demensætlanini er ???Eitt demensvinarligt samfelag ??? gloymsk men ikki gloymd???. ?? demensætlanini fyriliggja 14 ítøkilig tilmæli til politiska myndugleikan at taka støðu til.

Tilmælini kosta áleið 3 mió. kr. áliga, men taka vit íløgurnar við, sosum dagtilhald- og heim fyri minnisveik, so er talan um eina upphædd íð liggur væl hægri. Vit hava ikki ráð at lata vera við at raðfesta hetta økið figgjarliga. Lata vit standa til er tað ikki bert tann einstaka familjan, ið verður rakt av sjúkuni, ið kemur at merkja hetta, men tað kann gerast ein enn dýrari smeitur fyri tað føroyska vælferðarsamfelagið

Ongin fíggjarlig raðfesting av demensøkinum

?? samband við fíggjarlógina fyri 2016 stóðst mikil orðadráttur í Løgtinginum um hetta málið, tí sitandi landsstýrið hevði ikki sett nakra upphædd av til demensætlanina. ??rslitið av hesum orðadrátti varð, at broytingaruppskot varð lagt fram, og Løgtingið samtykti at seta 250 tús kr av til endamálið. Hendan upphædd er alt ov lítil til at impelementera alla demensætlanina. Sambært fíggjarlógartekstinum røkka hesar 250 tús bert til at lýsa hvusu demensøkið eigur at skipast í framtíðini.

Á ??lavsøku lat løgmaður frágreiðing fyri Tingið, sum nú hevur verið til orðaskiftis. Tíverri er ikki eitt orð nevnt um demensøkið í ??lavsøkurøðu løgmans. Hetta er ørkymlandi, og tí eru hesir spurningar sendir Løgtinginum í dag til landsstýriskvinnuna í heilsumálum at svara:

1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at seta ???Demensætlanina??? í verk og um ja, nær?

2. Hvat er úrslitið av teimum 250 tús kr, sum Løgtingið samtykti til demensætlanina í 2016?

3. Verður neyðugur peningur settur av til Demenætlanina á fíggjarlógini fyri 2017

Annika Olsen

Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder