
Vit sum land, føra okkum fram sum ein siglandi tjóð og hava fisk sum okkara høvðus inntøku/útfluttning, men hann sum skal standa á dekkinum eigur ongan góðan innan landsisns leiðslu.
Skal ein ungur drongur til skips, har hann skal blíva til tað sum kallast AB(Able Seaman), so skal hann á grundskeið á Sjónám í eitt hálvt skúla. Síðani skal hann sigla effektivt í 6 mánaðir ella rætttari sagt í eitt ár, tí hann skal jú eisini hava frí. Eftir hettar skal hann aftur á skúlabonk á Sjónám í eitt hálv skúlaár. Alt í alt tekur hettar 2 ár og so er spurningurin hví er hettar skrúva soleiðis saman ?
Í dag hava vit ein fólkaskúla, har flestu næmingar gevast eftir 9.flokk. Tá ein gevist í 9.flokki er ein 16 ára gamal. Hesin unglingi søkjir so inn á Sjónám, men nei tú sleppur ikki inn her, tí tú skal fylla 18 ár í tí tíðuni tú gongur á skúlanum fyri at fáa prógv frá Sjónám, stendur í reglugerðini. Tú kanst eisini verða 16 ár, men her skal tú hava eina arbeiðs- avtalu við eitt reiðarí fyrst, soleiðis at tú fært siglt hjá viðkommandi reiðara í hettar árið, fyri at fáa 6 mánaðir effektivt av siglingartíð. Men hvussu nógvir dreingir seta sær fyri at fáa eina avtalu við eitt reiðarí, tá teir eru 16 ára gamlir, teir kunnu nokk teljast á einari hond.
Hettar er okkara skipan í dag og haldi øll sum vara av skipanini(Sjónám) og reiðarar sum mangla dekkarar eru sera ónøgdir við skipanina, tí har eru alt ov fáir næmingar. Vit høvdu fyri stuttum ein reiðara innan farmaskip, sum mátti leggja sítt virkesemi um, tí hann fekk ikki dekkarar úr Føroyum við dekkara-prógvið.
Kann skipanin so gerast annaleiðis og har er svari ja. Hyggja vit beint eystureftir, til Norra, so er skipanin heilt annaleiðis og har eru dekkarir nokk til tørvin hjá ymsu reiðarínum sum hava tørv á dekkarum(AB). Teirra skipan er, at næmingurin gongur á skúlabonki í útvið eitt ár og siglur so í 2 ár fyri at fáa 1 ár effektiva siglingartíð.
Skipanin í Norra ger, at næmingurin ikki aftur noyðist á skúlabonk eftir fyrsta hálvárið og hettar ger at hann sum oftast fær fast starv í tí reiðaríinum hann er í í lærutíðuni. Hettar er ein vinn vinn støða fyri dekkaran og reiðaran.
Sjónám í Klaksvík hevur enn ikki havt ein flokk av næmingum til seinna skúlaárið sum krevst eftir tí Føroyska leistinum. Hettar sigur okkum so mikið, at her má okkurt gerast og tað nýttar ikki bara at sita hendur í favn og hopa og vanta at tað verður betur, tí tað verður tað ikki.
Vit øll sum sigla byrja frá grundini og arbeiða okkum so har til vit vilja ella har sum okkara mál er. Men øll av okkum hava ikki sum mál at blíva skiparar,stýrimenn ella maskinfólk. Tað eru sjófólk sum hava tað gott við dekkara yrkinum og tað skal ein virða høgt, tí tað er brúk fyri teimum allastanis. Men tað sindarliga í hesum er, at skúlaskipanin er ikki til okkara dekkarar. Skipanin er gjørd til teir sum fara til stýrimannsskúlan og tað er ikki har vit skullu verða.
Hettar sum undirritaðið skrivar, er basera uppá erfaringar og fakta. Undirritaðið heldur tað verða løgið, at hettar hevur so lítlan týdning fyri løgtingsfólk og serliga Mentamálaráðið, at teir ikki hava funnið ein leist, so vit kunnu útbúgva okkara dekkarar. Vinnan hevur tørv á teimum og somuleiðis samfelagið. Var talan um okkurt annað yrki, so sum tey á landi, ja so var hettar fyri langari tíð síðani loyst. Hví so, jú tey hugsa mest um tey á landi og ikki tann sum skal førða førningin inn á land. Tað er ikki altíð lætt at verða sjófólk, tað eru ógvuliga nógvir baldrutir dagar, umstøður sum ein á landi ikki vildi arbeitt undir og tað krevur so sannuliga sín mann til hettar yrki.
Undirritaðið vónar at hettar vil viðvirka til, at Løgtingsfólk og Mentamálaráðið hyggur eftir skipanini, vísa dekkara yrkinum virðing og fær hana tillagaða soleiðis, at hon kann brúkast í framtíðuni. Sjófólkinum hava vit sum samfelag og vinnan enn brúk fyri, tí má hettar rættast nú og ikki um 3-5 ár. ??ll kunnu ikki verða akademikarar og arbeiðið á landi ella vilja tey tað ?
Vinarliga heilsan
Jan Haldansen
Vestmanna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald