Ítróttur

Dávur vísti hvar skápið skuldi standa

...

2016-04-16 20:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Súkkling og triathlon í Føroyum skrivar:

Sambært kappingarkalendarinum skuldi kappingin verða í Vágunum. Men eftirsum at sterki einkultstartssúkklarin, Jóanis Albert Nielsen, hevði boðað frá at hann ikki kundi luttaka vegna sjúku, so avgjørdi nevndin at flyta nærri Havnini. Kappast var á teininum millum Kaldbaksbotn og Kaldbaksbygd, og hesin teinur skuldi koyrast hálvatriðju ferð, umleið 18 kilometrar.

Uppmøtingin var sera góð, og umstøðurnar at kappast vóru somuleiðis sera góðar.
Favoritturin vann. Ella ...! Tá allir vóru komnir á mál varð farið at roknað. Guðmundur Joensen er sera sterkur í hesari grein, men tað er Dávur Magnussen eisini. Tí bleiv bíðað í spenningi hvat úrslitið gjørdist.
Tað gjørdist ikki Guðmundur, ið fór við sigrinum, men Dávur Magnussen. Og tað bleiv so enn ein sigur til Dávur, ið hevur vunnið allar kappingar, ið Tórshavnar Súkklufelag hevur skipað fyri í hesum kappingarárinum. Heldur óvæntað var tað Gunnar Dahl-Olsen, ið gjørdist næstur á 18 kilometur langa teininum.
Vinnarin vann eitt gávubræv frá Yndi. Nummar tvey og trý vunnu gávubræv frá Súkkluverkstaðnum hjá Gunnari.

Næsta kapping verður 28. mai. Tá verður kappast í Suðuroynni.

??rslitið, 16. apríl, 18 km einkultstartur:
Nr Navn Tíð
1. Dávur Magnussen 25 minuttir 50 sekund
2. Gunnar Dahl-Olsen 28:10
3. Guðmundur Joensen 28:30
4. Sverri M. Edvinsson 28:56
5. Kári Davidsen 30:30
6. Kjartan Egholm 31:14
7. Evald Rasmussen 31:19
8. Petur av Vollanum 31:56
9. Jan Hjaltalin Olsen 32:20
10. Eyvind A. Hansen 32:50
11. Sámal Petur Danielsen 33:16
12. Kári Simonsen 33:30
13. Arnfinnur Helmsdal 34:36

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder