Ítróttur

Dávur vann sær eitt flott 3. pláss í Danmark

...

2015-08-15 22:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Dávur Magnussen ið er fluttur niður til Danmarkar, har hann er farin at súkkla vann sær í dag eitt flott 3. pláss. Súkkla var runt í økinum við Kolding, har C-bólkurin, sum Dávur súkklar í, skuldi súkkla 90 km. 

Tað var í heilum, at súkklarnir vildu sleppa í útbrot, eftir 50 km, eydnaðist tað fimm monnum at fara avstað frá feltinum. Løtu seinni fór eitt annað útbrot á tríggjar mans avstað. 

- Eftir tað, fór eg avstað fyri at heinta teir tríggjar nærmastu, og tað tók leingi, eg koyrdi sjálvur í eini 12 km, sigur Dávur við JN.fo.

- Tá eg kom upp til teir tríggjar, koyrdu vit alt tað vit kláraðu fyri at innhenta hinar fimm, sum vóru frammanfyri, tá 10 km vóru eftir, komu vit upp til teir, tó var ein av teimum fimm sloppin avstað, sum vit ikki fingu aftur. Tað endaði so við einum masterspurti um 2 og 3 pláss, har eg kom á mál sum nummar 3, sigur Dávur við JN.fo í kvøld.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder