2015-04-19 17:31
Í dag var seinasta úttøkukappingin á skránni, fyri súkklarnar ið ætlaðu sær við á Oyggjaleikirnar í summar. Súkklarnir skuldu súkkla býarkoyring, har tey fyrst skuldi súkkla í 45 minuttir, fyri síðani at súkkla tvey umførð afturat, felagsstartur var tvey tey fyrstu umførini, koyrt var á einum strekki, ið er beint yvir 1 km. Tað vóru sjey súkklarar ið stillaðu upp til start.
Eftir at felagsstarturin var farin, prøvaði Jóanis Albert Nielsen, at sleppa frá hinum, tað eydnaðist eina løtu, men yvir nøkur fá umførð fingu Bogi Kristiansen, Dávur Mangussen og Gunnar Dahl Olsen, Jóanis Albert aftur, og fóru tá frá honum. Guðmundur Joensen og Hilmar Hansen komu so upp til Jóanis Albert, og royndu teir so at koyra hinar tríggjar upp aftur, men tað eydnaðist teimum ikki.
Endin gjørdist at Dávur vann dagsins úttøkukapping, í hørðum endaspurti við Gunnar ið gjørdist nummar 2 og Boga ið kom á mál, sum nummar 3.
Seinni í dag, verður kunngjørt hvør skal umboða Føroyar í súkkling á Oyggjaleikum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald