2015-08-22 18:56
Sigast má, at tað gongur sera væl hjá Dáva Magnussen fyri tíðina. Dávur hevur koyrt sera væl síðani hann flutti niður til Danmarkar. Dávur gekk tvey sera góð úrslit seinasta vikuskifið, tá hann fekk eitt triða og eitt fyrsta pláss í danska C-bólkinum.
Í dag var aftur kapping á skránni hjá honum, tá hann og 30 aðrir stillaðu upp til start í Sønderborg. Teir skuldu súkkla 10 umgangir á 8.6 km, í alt 86 km.
Dávur sigur við JN.fo, at tað var fleiri ferðir, at súkklarnir royndu at koma í útbrot, men ikki var tað nemt at koma í útbrot, tó sluppu tríggir avstað.
- Eg koyrdi stórt sæð sjálvur útbrotið inn aftur, og drógv feltið við mær. Tað endaði við einum einum spurti í feltinum, sum eg vann, sigur Dávur.
Við dagsins sigri, hevur Dávur tryggja sær uppflytin í B-klassan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald