Ítróttur

Dávur kom, sá og sigraði

...

2016-12-19 13:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað var Dávur Magnussen, ið vann seinastu av fimm einkultstartskappingum, ið Tórshavnar Súkklufelag hevur skipað fyri í heyst.

Leygardagin skipaði TSF fyri seinastu kappingini í Vetrakappingin 2016. Undan kappingini var Dávur favorittur at vinna kappingina, og tað bleiv sum fyrireikararnir høvdu væntað: Dávur kom, sá og sigraði.

Saman við Torkil Veyhe koyrur Dávur í sterkasta bólkinum í Danmark, A bólkinum, og við hesar súkklarar kunnu Jógvan Højgaard, Jóanis Albert Nielsen, Hilmar Hansen og Jan Hjaltalin og Gunnar Dahl-Olsen ikki gera so nógv við, og tó, munurin millum eitt og tvey var ikki so stórur, tí bert 46 sekund skilti Dávur Magnussen og Gunnar Dahl-Olsen. Meðan tíðin hjá Dávur var 38 minuttir og 30 sekund, so var tíðin hjá Gunnar 39 minuttir og 16 sekund. Tó skal sigast, at meðan Gunnar koyrdi á einari einkultstartssúkklu, so koyrdi Dávur á einari vanligari kappsúkklu. Tá hugsað verður um, at fitt av vindi var leygardagin, ja so verður sigurin hjá Dávur enn flottari.

Eisini á annan var tætt millum nummar eitt og tvey, tí í samlaðu støðuni endaðu bæði Jógvan Højgaard og Gunnar við 24 stigum samanlagt.

Kappingin var skipað soleiðis, at fimm kappingar vóru, og skuldi ein súkklari kappast um samlaðu støðuna, so skuldi hesin luttaka í fýra av fimm kappingum. Tá Gunnar var sjúkur í fjórðu kappingini, og Jógvan hevði ein "off-dag" í næstu kappingini, so gjørdist samlaða úrslitið, at báðir endaðu við 24 stigum. Eftirsum Gunnar hevði eina betur plasering í seinasta umfari, so gjørdist Gunnar samlaður vinnari av Vetrakappingin 2016.

Veðrið var sum sagt gott, men fitt av vindi var í Kaldbaksbotni. Og so nógvur vindur var, at flest allir høvdu eina væl verri tíð á hesum teini, enn fyri tveimum mánaðum síðan, tá kappast var á júst sama teini.

Maðan Sámal Petur Danielsen vann leygardagin, so gjørdist Evald Rasmussen samlaður vinnari í motiónsbólkinum.

Hjá unglingum hevur bert ein luttakari verið, og tí var tað aftur Tóri Thorleifsson úr Vestmanna, ið bæði vann leygardagin og eisini samanlagt. Men hóast ongan at kappast við, so vann hann hann á sær sjálvum, tí mun til allar hinar luttakararnar, so var Tóri einasti súkklari, ið kláraði seg betur í nógva vindinum leygardagin, enn 20. oktobur, tá hendan kapping byrjaði.

Ein kvinna stillaði upp leygardagin, og Maria Svabo fekk eina heilt góða tíð. Hon koyrdi nemmiliga teir 24 kilometrarnar uppá 49 minuttir og 42 sekund.

Eitt av endamálunum við hesari kappingini, Vetrakappingin 2016, var, at kappingin skuldi verða ein fyrireiking til komandi Oyggjaleikirnar, sum verða á Gotlandi á summri 2017. TSF hevur avgjørt, at tað aftur í vár verður ein líknandi kapping, ein kapping við fimm einkultstartskappingum, har tveir teinar verða umleið 45 kilometur, ið er longdin sum vanliga verður koyrdur á Oyggjaleikum.

Meira kunning um Várkappingin 2017 verður at lesa her á heimasíðuni og á Facebook, Súkkling og Triathlon.

Samlaða úrslitið er viðheft her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder