Dávur Magnussen hevur aftur í dag fingið eitt gott úrslit í súkklikapping í Danmark. Í gjár vann Dávur sær eitt 3. pláss, og í dag vann hann dagsins tein.
Súkklast skuldu fimm umgangir uppá 22 km, í alt 110 km. Tað vóru umleið 30-35 mans við ið stillaðu upp í C-klassanum. Súkkla var við Vejen.
- Tá longu 15 km vóru farnir fór ein avstað. Eg fór beint aftaná og heintaði hann. Tá høvdu vit fingið eitt lítið hol, og so kom ein triði við afturat. Vit hildu so okkum allan teinin frammanfyri við minst 2-3 minuttum til feltið. Tað endaði so við, einum spurtið millum okkum tríggjar, har eg tók sigurin trygt. 2 minuttir framman fyri feltið, sigur Dávur við JN.fo.
Dávur manglar nú bert trý stig, so flytur hann upp í B-klassan. Trý stig er tað sama sum fimta pláss.
Les eisini: Dávur vann sær eitt flott 3. pláss í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald