Ítróttur

David og Mladen velja aftur Kyndil

...

2015-04-11 04:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Toppskjúttin hjá besta mansliðnum hjá Kyndli í ár, David Edvardsen, heldur fram í felagnum næsta kappingarár, og ársins málverji farna kappingarár, Mladen Mjerimacka, spælir í Kyndli aftur, um hann spælir í Føroyum næsta kappingarár. 
Hetta er greitt, nú David hevur skrivað undir nýggja avtalu, og Mladen hevur boðað frá, at Kyndil er felagið, hann spælir við í Føroyum. Kyndil fegnast nógv um, at teir báðir aftur velja grøna felagið, tí við nýggja venjaratoyminum, Bárði Johannesen, Julian Johansen og Kristian Martini Joensen, ætlar mansliðið sær langt næsta kappingarár, eins og boðað varð frá fyrr í dag, tað skrivar kyndil.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder