Politikkur

Danska stjórnin forsømir sínar skyldur í Føroyum

...

2017-12-15 13:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Danska stjórnin vil hvørki raðfesta neyðuga lógarverkið ella pening til fleiri starvfólk. ??? Eg haldi heilt greitt, at stjórnin harvið forsømir sínar skyldur í Føroyum, og tað eiga vit ikki at góðtaka, sigur Sjúrður Skaale.

Føroyar hava einki fongsul, men eina arrest, sum verður brúkt sum fongsul. Umstøðurnar ??? og rættartrygdin ??? hjá føroyskum fangum eru verri, enn umstøðurnar hjá donskum fangum. Orsøkin er millum annað, at neyðuga lógarverkið ikki er sett í verk fyri Føroyar. Og stjórnin hevur boðað frá, at hetta verður ikki í bræði.

- Eg havi í vikuni fingið at vita, at neyðugar lógarbroytingar verða ikki gjørdar fyrr enn um fleiri ár, sigur Sjúrður Skaale.

Sama er galdandi fyri fangavørðar. Støðan í Mjørkadali er nevniliga ikki nøktandi og tørvur er á fleiri starvsfólkum.

- At tørvurin er á fleiri starvsfólkum í Mjørkadali, havi eg sagt løgmálaráðharranum frá bæði alment og undir fýra eygum, sigur Sjúrður Skaale.

- Men nú er formligt svar komið uppá ein spurning um tað. Og tað er bara eitt ???nei??? uttan haldgóða grundgeving.

- Hetta kann ikki góðtakast ??? og tí verða hesi viðurskifti eisini tikin upp í nýggja árinum.

Svarið frá løgmálaráðharranum, Søren Pape Poulsen, er her:http://www.ft.dk/samling/20171/spoergsmaal/s287/svar/1453068/1835294.pdf

Víst verður eisini til hesi svar:S 575 frá maj 2017og soS 245 frá fyrr í hesum mánaðinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder