JN

Dansistað í Havn stongdi, tí alt fólkið var í Vestmanna

...

2016-05-22 09:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit hava tosað við vakthavandi hjá løgregluni í morgun. Sagt varð, at náttin hevur verið sera friðarlig, ikki tí nógv fólk var í Vestmanna, men har gekk alt framúr væl.

Eitt dansistað í Havn stongdi, tí einki fólk var - helst tí øll vóru í Vestmanna.

Á Vestmannavegnum steðgaði løgreglan 50 bilum, men eingin bilførari var ávirkaður á rusdrekka.

Tíðliga í morgun ringdi ein omma, tí hon var inniløst av einum eitt-ára gomlum ommubarni, sum ikki dugdi at lata ommuni upp aftur, tað spældi tó væl av, løgreglan var skjót á staðnum og slapp ommuni út.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder