Ítróttur

Danny hevur skift til StÍF

...

2016-01-30 20:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Danny Brandt hevur skift VÍF út við StÍF. Danny hevur ikki spælt nakran dyst fyri VÍF síðani 3. januar, tá teir spældu móti Team Klaksvík. Danny hevur skotið 27 mál fyri VÍF hetta kappingarárið.

Vit fingu váttað frá Pola Hansen venjara hjá StÍF í gjár, at vinstra hendi Danny Brandt hevur skift til strandingar. Pole segði við jn.fo, at Danny hevur vant við StÍF síðani 20. januar, og kann spæla við strandingum tann 3. februar.

Danny kann bæði spæla á bakkinum og vonginum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder