Kongaskipið DANNEBROG stevnir í løtuni við 13-míla ferð undir land norðanfyri, har skipið helst kemur at liggja til vitjanin hjá Hennara hátign Magretha Drotning byrjar á Vága Floghavn sunnudagin.
Hennara hátign Margretha Drotning kemur í næstu viku á almenna vitjan í Føroyum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.
-Tað eru seks ár síðan, at danska Kongshúsið seinast vitjaði í Føroyum, so vit gleða okkum til í komandi viku. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann Margretha Drotning gleða seg til nakrar spennandi dagar, sigur Aksel. V. Johannesen, løgmaður.
Á ferðini í Føroyum hesaferð vitjar Margretha Drotning á Tvøroyri, Hovi, Hvalba, Sandvík, Tórshavn og á Sandi.
Margretha Drotning fer av landinum aftur hósdagin 16.juni.
Skráin fyri vitjanina kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald