2016-01-25 03:12
EM-dysturin millum Danmark og Spania endaði við at Danmark vann 27-23, støðan í hálvleikinum var 14-11. Serliga var tað danski málmaðurin Landin, sum vísti stórspæl í seinna hálvleiki.
Danmark var afturút meginpartin av dystinum, men tá uml. 45 minuttir vóru leiktir tók Danmark leiðsluna og helt fast til seinasta sekund.
Eftir at støðan var 16-18 til spaniólar, so stóð knappliga 23-18 til Danmark - framúr spæl hesa løtuna.
Nú sær út til, at teir møguliga sleppa í semifinaluna í EM-kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald