Sambandsflokkurin, søgufalsanin og NATO-útreiðslurnar: Danmark hevur brúkt Føroyar og Grønland til at spara í sínum hernaðarútreiðslum mótvegis NATO. Bert í árunum frá 1976 til 1989, spardi Danmark til samans 53 millardir krónur
Høgni Hoydal
Tað er kanska ikki so løgið, at Sambandsflokkurin aftur roynir at villleiða fólk um veruleikan, og støðugt roynir at finna uppá ræðumyndir , um okkara stóru møguleikar sum sjálvstøðug tjóð. Hetta hava tey gjørt í meira enn 100 ár. Og teirra ræððumyndir hava ongantíð passa. Tvørturímóti.
Nú royna tey við NATO og verjumálum. Helgi Abrahamsen hevur sagt á tingi og í almenninginum, at tá ið Føroyar gerast sjálvstøðugar, so skulu vit gjalda hálva milliard krónur um árið til NATO. Tá ið so Portalurin kannar málið og avdúkar, at hetta er heilaspuni, so skjýtur Abrahamsen seg undir at hava brúkt tøl frá fullveldislandsstýrinum! (Hvør skal siga: Fullveldi hevur eisini skyldina fyri hansara villleiðing).
Rætt er tað, at fullveldislandsstýrið kannaði øll mál væl og virðiliga, og legði tøl og veruleikar opið fram. Eisini um hernaðarmál og NATO. Men tey prógvaðu nakað heilt annað enn tað, ið Sambandsflokkurin roynir at billa okkum inn.
Niðurstøðurnar í kanningini frá ár 2000 hjá dugnaligum embætisfólkum í landsstýrinum, vóru m.a. hesar:
1. Danmark brúkt Føroyar sum eina finnu í stórpolitiskum talvi og gjørdi Føroyar til bumbumál:
Eitt einmælt løgting samtykti fleiri ferðir, at Føroyar skuldu ikki vera lutur í hernaðarsamgongum, og at bert Føroya fólk kundi taka avgerð um okkara hermálsligu støðu. Tað floytaði Danmark á. Danmark gekk beint ímóti samdum Løgtingi og setti NATO-sáttmálan í gildi fyri Føroyar.
Síðani legði Danmark ??? ímóti løgtingsins vilja ??? bæði eina NATO-støð og eina amerikanska lurtistøð til kavbátar mannað við amerikanskum hermonnum uppi á Sornfelli. Ongin NATO-støð varð løgd í Danmark, tí tað hevði gjørt Danmark til bumbumál í Kalda Krígnum. Og í Danmark varð sambært lóg ikki loyvt at hava fremmandar hermenn, sum sendir vórðu til Føroya.
Við NATO- støðini í Føroyum og amerikonsku lurtistøðini, høvdu Føroyar verið millum fyrstu lond, ið høvdu verið bumbað, um kríggj hevði brostið á millum eystur og vestur undir Kalda Krígnum. Og tá hevði øll tjóðin kunnað verið týnd eftir stuttari løtu.
2. Danmark hevur brúkt Føroyar og Grønland sum ein Norðuratlants-trumf mótvegis NATO fyri at spara egnar hernaðarútreiðslur
Í NATO vóru og eru støðugar samráðingar, har ásetast skal, hvussu nógv hvørt limaland skal brúka av hernaðarútreiðslum á sínum egnu fíggjarlógum til tess at taka lut í felags verjuni.
Danmark er støðugt sloppið munandi bíligari enn hini NATO-londini, tí tey ???leveraðu??? Føroyar og Grønland til NATO-støðir og til hernaðarstøð hjá USA.
Føroyar vóru undir Kalda Krígnum millum tey týdningarmestu strategisku plássini hjá NATO at hava støð í ??? saman við Íslandi og Grønlandi.
Fleiri danskir ráðharrar og ein røð av óheftum donskum søgugranskarar hava víst á, at tá ið NATO royndi at fáa Danmark at gjalda sín part og at hækka hernaðarútreiðslurnar á síni fíggjarlóg, so spældi Danmark tann ???Norðuratlantiska trumfin??? á borðið, og spardi tí stórar upphæddir.
3. Danmark spardi 53 milliardir uppá einans 14 ár
Hvørt limaland í NATO við egnum heri skal gjalda ein ávísan prosentpart av síni bruttotjóðarúrtøku til hernaðarútreiðslur.
??trokningar hjá embætisfólkum í landsstýrinum vísa, at Danmark undir Kalda Krígnum skuldi havt goldið tað sama í hernaðarútreiðslum, sum sambærilig lond í stødd og strategiskum týdningi: Holland, Belgia og Noreg.
Lágt sett, skuldi Danmark í minsta lagi havt goldið í miðal 3% av BT?? árliga (Noreg hevur goldið meira enn hetta).
Men Danmark hevur goldið væl minni. Taka vit bert árini frá 1976 til 1989, har greið hagtøl finnast, so hevur Danmark goldið í miðal beint omanfyri 2%.
Og talan er ikki um smápening, sum Danmark hevur spart við at brúka Føroyar og Grønland sum trumf. Hesi 14 árini ??? frá 1976 til og við 1989 ??? hevur Danmark spart til samans knappar 53 millardir krónur í hernaðarútreiðslum mótvegis NATO. (Sí talvuna við útrokningum).
Hvat sparingin hevur verið síðani 1949, tá ið Danmark gjørdist limur í NATO, er enn ikki uppgjørt. Men talan er um sera stórar upphæddir og samráðingarmøguleikar á so nógvum økjum, ið Danmark fær burturúr at hava hjálond í Norðuratlantshavi.
4. Danmark yvirskot uppá 33 milliardir, um pengar til Føroya og Grønlands verða drignir frá
Vit vita, at Danmark og sambandsflokkarnir siga: Júmen, Danmark sendir jú árliga pening til Føroya og Grønlands (og teir billa okkum inn, at hetta er ???ein gáva???).
Embætisfólkini roknaðu eisini út, hvussu nógvan pening Danmark hevði bókað sum útreiðslur til Føroya og Grønlands hetta sama tíðarskeið frá 1976 til 1989. Talan var um knappar 20 milliardir krónur.
Sostatt hevði Danmark bert hesi 14 árini munin millum 53 milliardir og 20 milliardir sum yvirskot av at hava hernaðarliga ræðið á Føroyum og Grønlandi.
Til samans 33 milliardir krónur. (Sí talvuna við útrokningum og samanberingum).
5. Danmark verjir ikki Føroyar ??? Føroyar eru bretskt trygdarøki
Vit hava mangan hoyrt ??? og hoyra tað aftur frá Helga Abrahamsen og sambandsflokkinum nú ??? at Danmark skal eitast at verja Føroyar. Og hvussu skulu vit gjalda fyri verju sum sjálvstøðug tjóð?
Her er talan um eina sera naiva og skeiva mynd av veruleikanum:
Danmark verjir ikki og hevur ongantíð vart Føroyar. Føroyar eru innan fyri trygdargeiran hjá Stórabretlandi. Og eins og vit sóu undir seinna heimsbardaga, so standa bretar í Føroyum umgangandi, um onkur hernaðarlig hóttan kemur í Føroyum og í føroyskum øki. Ikki fyri okkara sakir, men tí at tað er týdningarmikil liður í verjuni av Stórabretlandi.
Hetta fekk landsstýrið eisini váttað við sínum kanningum og samrøðum undir fullveldisfyrireikingunum.
Spurningurin um føroyskan NATO-limaskap ella tos um, at Føroyar skulu hava hermegi, er tí eisini meiningsleyst. Eins og við Íslandi, so hava stórveldini og okkara grannalond so sterk hernaðarlig áhugamál í Norðuratlantshavi, at tey vilja gera alt til tess at verja tey. Og tey hava allan áhuga at gera avtalur við Føroyar um, hvussu trygdarskipanin í Norðurhøvum verður skipað, og hvussu sivila tilbúgvingin kann samskipast.
Hetta fer eisini geva okkum nýggjar møguleikar fyri samstarvi, førleikamenning, tænastum og inntøkum.
Og hví skulu vit ikki gera okkara egnu avtalur, heldur enn at lata eitt annað land brúka okkum sum finnu í sínum talvi, har vit ikki hava nakað innlit ella ávirkan?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald