Danmark hevur ongantíð boðað ST frá eksterna føroyska sjálvsavgerðarrættinum, og einvísa føroyska fráboðanin um sjálvsavgerðarrættin í eini danskari frágreiðing til ST í 2007 bindur ikki Danmark til nakað, sigur danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, í svari til Magna Arge, fólkatingsmann.
Magni Arge spurdi upprunaliga danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, um Danmark hevur boðað ST frá, at Føroyar hava sjálvsavgerðarrætt at gera av egna framtíð á øllum økjum, eisini at skipa seg sum fullveldi. Heldur óvæntað svaraði forsætisráðharrin ikki spurninginum og vísti til danska uttanríkisráðið.
Svarið frá danska uttanríkisráðnum er nú komið. Í tí verður sligið fast, at Danmark hevur ongantíð boðað ST frá, at føroyingar hava eksternan sjálvsavgerðarrætt at skipa Føroyar sum fullveldi, skuldi eini meiriluti av føroyingum gjørt hetta av.
Í donsku fráboðanini til Human Rights Committe hjá ST í 2007 var ein unilateral, t.e. einvís, føroysk fráboðan um, at føroyingar hava eksternan sjálvsavgerðarrætt sambært fólkarættinum. Hendan fráboðanin bindur ikki Danmark til at taka undir við føroyska sjónarmiðnum, slær danski uttanríkisráðharrin, Anders Samueslen, fast. Hann skrivar:
???For så vidt angår delspørgsmål c) er det den danske regerings vurdering, at den unilaterale erklæring, sum fremgår af Kongeriget Danmarks 5. rapport til Human Rights Committee, ikke forpligter den danske stat, ligesom regeringen ikke har taget stilling til, hvorvidt den kan tilslutte sig relevante dele af erklæringen.???
Við svarinum er uppáhaldið um, at Danmark hevur boðað ST frá eksterna sjálvsavgerðarrætti føroyinga ella tekur undir við føroysku sjónarmiðunum um sjálvsavgerðarrættin, afturvíst úr danska uttanríkisráðnum.
Magni Arge, fólkatingsmaður, sigur:
???Vit hava í meira enn 10 ár hoyrt, at Danmark hevur boðað ST frá sjálvsavgerðarrættinum. Nú hava vit fingið staðfest, at hetta er ikki so.???
http://www.ft.dk/samling/20171/almdel/F%C3%86U/spm/7/index.htm
http://www.ft.dk/samling/20171/almdel/f%C3%A6u/spm/7/svar/1480581/1879731.pdf
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald