Tað verður brasilski Danilo Gagliardi sum avloysur Flemming Raben sum venjara hjá Føroyameistarunum í kvinnuhondbólti.
Neistin hevur í dag skrivað sáttmála við brasilska Danilo Gagliardi, um at venja kvinnuliðið hjá felagnum komandi kappingarár. Danilo er 35 ára gamal og kemur úr einum starvi hjá brasilska hondbóltssambandinum, har hann seinastu árini hevur verið partur av toyminum rundan um brasilska kvinnulalsdsliðið, sum í 2013 gjørdist heimsmeistari í hondbólti.
Danilo er í Føroyum hesa vikuna og kunnar seg um umstøðurnar, og í gjárkvøldið hevði hann eisini eina venjing við Neistakvinnunum. Mikukvøldið kl. 19 stendur hann á fyrsta sinni á odda fyri Neistakvinnunum, tá tær spæla venjingardyst í Høllini á Hálsi móti U 18 kvinnulandsliðnum. Seinni í vikuni venur hann eisini onnnur lið hjá Neistanum
Neistakvinnur, sum seinasta kappingarár vunnu 41. Føryameistaraheitið í hondbólti, hava stórar ætlanir til komandi kappingarár, millum annað hevur felagið meldað til evropisku kappingina hjá EHF.
Danilo er giftur við Julianu og tey flyta bæði til Føroya í august, tá hann tekur við
starvinum sum venjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald