Politikkur

Dagstovnaøkið ??? álit heldur enn eftirlit

...

2015-08-31 21:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Siti við mítt skrivaraborð og eygleiði børn í dagstovninum Undir Brúnni í Havn verða heintað, nú arbeiðsdagurin er um at líða hjá teimum flestu. Og eg kann ikki annað enn fegnast um tað góða arbeiði, sum verður gjørt úti á øllum dagstovnum í Føroyum.

Gjørdi til stuttleika eitt rend inn á heimasíðuna hjá Hagstovu Føroya. Og tá eg hevði kannað tølini, varð tað greitt, at at kalla øll børn í Føroyum eru á stovni, frá tey eru eitt ára gomul og til tey eru seks ára gomul.

Børn á stovni í Føroyum í tølum og %um í 2004 0g 2014
2004 2014
Aldur Børn á stovni/børn tils. Børn á stovni/børn tils.
0 ár 131/704= 18% 113 / 629 = 18%
1 ár 564/724 = 77% 513 / 613 = 83%
2 ár 588/646 = 91% 543 /590 = 92 %
3 ár 600/746 = 86 % 578 /656 = 88 %
4 ár 631/684 = 92 % 621/624 = 99,5 %
5 ár 601/716 = 83 % 634 / 681 = 93 %
6 ár 596/726 = 82% 700/694 = 100 %
Meðal % 85,1 % (2-6 ár) 92,5 % (2-6 ár)

Tað er umráðandi at tryggja, at karmarnir á dagstovnaøkinum eru í lagi, at normeringarnar eru nøktandi, at fakligheit og námsfrøði er góð, og at barnið altíð er í fokus.

- Vit skulu skipa so fyri, at samstarvið millum stovn og myndugleika byggir á álit heldur enn á eftirlit.

- At arbeiðs- og lønarviðurskifti hjá námsfrøðingum verða endurskoðað.

- Og vit skulu tryggja, at minstamark skal vera fyri, hvussu nógvir tímar starvsfólk skulu hava til hvørt barnið, sum gongur á dagstovni.

Í Tórshavnar kommunu hava vit arbeitt við at seta orð á ein yvirskipaðan barna- og ungdómspolitikk. Tað var umráðandi, at seta orð á hesar málsetningar, áðrenn vit fara at broyta eina skipan, sum í flestu førum riggar væl. Verða tað gjørdar broytingar í skipanini, so skal tað vera í góðum samstarvi við allar partar á økinum.

Børn skulu hava best hugsandi umstøður, har sum tey eru ein stóran part av gerandisdegnum. Og tað er á dagstovni.

Helena Dam á Neystabø, valevni Javnaðarfloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder