Siti við mítt skrivaraborð og eygleiði børn í dagstovninum Undir Brúnni í Havn verða heintað, nú arbeiðsdagurin er um at líða hjá teimum flestu. Og eg kann ikki annað enn fegnast um tað góða arbeiði, sum verður gjørt úti á øllum dagstovnum í Føroyum.
Gjørdi til stuttleika eitt rend inn á
heimasíðuna hjá Hagstovu Føroya. Og tá eg hevði kannað tølini, varð tað greitt,
at at kalla øll børn í Føroyum eru á stovni, frá tey eru eitt ára gomul og til
tey eru seks ára gomul.
|
|
Børn á
stovni í Føroyum í tølum og %um í 2004
0g 2014 |
|
2004
2014 |
|
|
Aldur |
Børn á stovni/børn tils. Børn á stovni/børn tils. |
|
0 ár |
131/704=
18% 113
/ 629 = 18%
|
|
1 ár |
564/724 = 77% 513 / 613 =
83% |
|
2 ár |
588/646 = 91% 543 /590 =
92 % |
|
3 ár |
600/746 = 86 % 578 /656 = 88
% |
|
4 ár |
631/684 = 92 % 621/624 =
99,5 % |
|
5 ár |
601/716
= 83 %
634 / 681 = 93 % |
|
6 ár |
596/726
= 82%
700/694 = 100 % |
|
Meðal % |
85,1 % (2-6 ár) 92,5 % (2-6 ár) |
Tað er umráðandi at tryggja, at karmarnir á
dagstovnaøkinum eru í lagi, at normeringarnar eru nøktandi, at fakligheit og
námsfrøði er góð, og at barnið altíð er í fokus.
-
Vit skulu skipa so fyri, at samstarvið
millum stovn og myndugleika byggir á álit heldur enn á eftirlit.
-
At arbeiðs- og lønarviðurskifti
hjá námsfrøðingum verða endurskoðað.
-
Og vit skulu tryggja, at minstamark skal vera
fyri, hvussu nógvir tímar starvsfólk skulu hava til hvørt barnið, sum gongur á
dagstovni.
Í Tórshavnar kommunu hava vit arbeitt við at
seta orð á ein yvirskipaðan barna- og ungdómspolitikk. Tað var umráðandi, at
seta orð á hesar málsetningar, áðrenn vit fara at broyta eina skipan, sum í
flestu førum riggar væl. Verða tað gjørdar broytingar í skipanini, so skal tað
vera í góðum samstarvi við allar partar á økinum.
Børn skulu hava best hugsandi umstøður, har
sum tey eru ein stóran part av gerandisdegnum. Og tað er á dagstovni.
Helena
Dam á Neystabø, valevni Javnaðarfloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald