2016-03-13 21:19
Skála vann heldur óvæntað á B36 í gjár, les um tað her. Í dag hava fýra dystir verið í EFFO-deildini.
Sí myndir frá dystinum millum HB-Víking her.
Á Tofum tók B68 móti TB. TB kom á odda tá ið 22. minuttir vóru leiktir, tá Rógvi Joensen skoraði til 0-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Tað sá leingi út til, at TB skuldi fáa øll trý stigini suður við aftur, men Hákun Edmundsson vildi tað øðrvísi, og javnaði til 1-1 tá ið 93. minuttir vóru leiktir, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinunm.
Í Klaksvík tók KÍ móti NSÍ. KÍ fekk eina flúgvandi byrjan uppá dystin, tá ið Páll A. Klettskarð skoraði til 1-0 eftir bert fýra minuttum. Bara tríggjar minuttir seinni gjørdi Jonas Flind Rasmussen sjálvmál fyri KÍ. Árni Frederiksberg legði NSÍ á odda 1-2 tá ið 20. minuttir vóru leiktir, sum eisini var hálvleiksstøðan. Eitt mál kom afturat í dystinum, tað kom, tá ið Klæmint A. Olsen skoraði til 1-3, tað gjørdi hann eftir 73. minuttir.
Í Havn tók HB móti Víkingi. Rókur Jespersen skoraði fyri HB í fyrra hálvleiki, og tað gjørdi hann í minuttunum dómarin hevði lagt afturat, hálvleiksstøðan var 1-0. Gert A. Hansen javnaði fyri Víking í seinna hálvleiki, tá hann skoraði til 1-1 eftir 80. minuttir. Dysturin endaði 1-1.
ÍF tók móti AB í Fuglafirði. Tað koma bara eitt mál í dystinum, og tað skoraði Andy ??. Olsen fyri ÍF tá ið 41. minuttir vóru leiktir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald